Løgting Processes - Gjognumskygni/Crawler GitHub Wiki
The tekst is from "Vælkomin í Løgtingið – ein praktisk vegleiðing" https://www.logting.fo/files/File/V%C3%A6lkomin%20%C3%AD%20L%C3%B8gtingi%C3%B0,%20endaligt%202019.pdf
Ting-og nevndarviðgerð av løgtingslógaruppskoti
Framløga Tá løgmaður, landsstýrismaður ella tingmaður hevur lagt lógaruppskot fram, velja tingbólkarnir vanliga til 1. viðgerð eitt framsøgufólk at viðgera málið vegna flokkin.
Eitt lógaruppskot skal hava 3 viðgerðir, og millum 1. og 2. viðgerð verður tað vanliga viðgjørt í einari av tingnevndunum. Eitt lógaruppskot verður vanliga ikki sett á skrá fyrr enn eina viku eftir, at tað er lagt fram.
1. viðgerð
- viðgerð byrjar við, at framsøgufólkini fáa orðið at viðgera málið vegna flokkin. Framsøgufólkini fáa orðið eftir floksstødd. Til ber hjá einum tingmanni úr hvørjum flokki at gera viðmerkingar til framsøgufólkini. Síðanikunnu aðrir tingmenn fáa orðið. Uppskotssetarin fær orðið eftir framsøgumenninar. Tá 1. viðgerð er liðug, beinir løgtingsformaðurin vanliga málið til viðgerð í eini av tingnevndunum.
Nevndarviðgerð Undir nevndarviðgerðini verður málið viðgjørt nærri. Nevndin kann útvega fleiri upplýsingar frá viðkomandi almennum ella privatum, eins og fólk kunnu verða boðsend á fund við nevndina at siga sína hugsan um uppskotið. Landsstýrismaðurin, sum hevur lagt uppskotið fram, verður vanliga boðsendur á fund við nevndina um málið. Koma skriv til nevndina, sumviðvíkja málinum (nevndarskjøl), syrgir skrivarin fyri, at nevndarlimirnir fáa tey.
Áðrenn uppskotið kann fara til 2. viðgerð, skrivar nevndin álit í málinum. Álitið er ein samandráttur av arbeiðinum í nevndini við uppskotinum. Einstøku nevndarlimirnir gera møguligar viðmerkingar til málið og koma við sínum tilmæli um, hvørja støðu teir halda, at Løgtingið skal hava í málinum, og seta fram møgulig broytingaruppskot. Álit eigur at verða lagt fram innan ein mánað eftir, at málið er beint í nevndina. Løgtingsformaðurin kann leingja freistina eftir áheitan frá nevndarformanninum.
2. viðgerð Tá nevndin hevur lagt álitið fram, verður málið sett á skránna til tingfundnakrar dagar seinni. Áðrenn orðaskiftið byrjar, kann tingmaður seta broytingaruppskot fram. Nevndin, meiriluti ella minniluti í nevndini kann seta broytingaruppskot fram, eftir at 2. viðgerð er byrjað. Eru broytingaruppskot til lógaruppskotið, verður atkvøtt um tey. Ymiskt er, hvussu drúgt orðaskiftið er við 2. viðgerð. Tekur ein samd nevnd undir við málinum, kann orðaskiftið vera stutt, men er nevndin ósamd um innihaldið í uppskotinum, kann umrøðan gerast drúgv. Tá orðaskiftið er liðugt, verður atkvøtt um møgulig broytingaruppskot og upprunauppskotið.
3. viðgerð Tá 2. viðgerð er liðug, ogmáliðersamtykt, fer taðvanliga uttan nevndarviðgerð til 3. viðgerð, sum verður sett á skránna fyri tingfund nakrar dagar seinni. 4 tingmenn kunnu í felag skrivliga seta fram broytingaruppskot til 3. viðgerð. Hetta skal vera gjørt, áðrenn orðaskiftið byrjar. Við3. viðgerð verður fyrst atkvøtt um møgulig broytingaruppskot og síðani soleiðis broytta uppskotið. Løgtingið kann bæði við 2. og 3. viðgerð samtykkja at beina málið aftur í nevnd.
Avgreiðsla av tingmáli – staðfesting og kunngerð Tá Løgtingið hevur samtykt eitt lógaruppskot, samanskrivar umsitingin endaliga uppskotið, og síðani sendir løgtingsformaðurin løgmanni uppskotið. Løgmaður staðfestir lógaruppskotið sum løgtingslóg og kunnger tað í Kunngerðablaðnum.
Uppskot til samtyktar Uppskot til samtyktar verður vanliga nýtt, um ein løgtingsmaður ynskir at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið eitt lógaruppskot ella eitt ríkislógartilmæli. Eisini er vanligt, at landsstýrið leggur fyri Løgtingið uppskot til samtyktar, tá ið landsstýrið skal gera avtalur ella sáttmálar við onnur lond. Tá ið hesar avtalur eru týdningarmiklar fyri Føroyar krevst, at Løgtingið tekur undir við ætlanunum hjá landsstýrinum í einum uppskoti til samtyktar. Umframt hetta verður uppskot til samtyktar nýtt, tá ið Løgtingið ger av at skriva út nýval, skal góðkenna landskassaroknskapir, tilráðingar frá Norðurlandaráðnumog Útnorðurráðnum, ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni, ger av at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið eina frágreiðing ella kanning v.m. Eitt uppskot til samtyktar skal hava ein kláran politiskan boðskap, umframt eina áheitan á landsstýrið, um at taka politisk stig.
Øll mál kunnu ikki leggjast fram sum uppskot til samtyktar. Sambært Stýrisskipanarlógini § 57, eigur uppskot til samtyktar, sum áleggur ella skyldubindur landsstýrið at leggja fram lógaruppskot, at verða burturvíst. Eisini eigur uppskot til samtyktar, ið áleggur, tilmælir ella heitir á landsstýrið um at útinna fyrisitingina ella heimildir sínar eftir Stýrisskipanarlógini á ávísan gjølligari útgreindan hátt, at verða burturvíst. Umframt hetta eigur eitt uppskot til samtyktar, sum av røttum eftir innihaldi sínum er orðað sum uppskot til løgtingslóg, at verða sett fram sum uppskot til løgtingslóg og ikki sum uppskot til samtyktar.
Ynskir uppskotsstillarin eina almenna umrøðu av einum ávísum evni ella meiravitan um eitt ávíst evni, kann ein fyrispurningur ella eitt samráð vera meira viðkomandi og eitt betur egnað amboð enn eitt uppskot til samtyktar.
Eitt uppskot til samtyktar er ikki løgfrøðiliga bindandi, men verður uppskotið samtykt á Løgtingi, hevur landsstýrismaðurin eina politiska skyldu at fremja samtyktina.
Uppskot til samtyktar fáa bert 2 viðgerðir á Løgtingi og verða endaliga samtykt ella feld við 2. viðgerð. Hesi mál skulu ikki staðfestast og kunngerast av løgmanni.
Broytingaruppskot til 2. ella 3. viðgerð Um tingmenn ætla at seta fram broytingaruppskot til 2. ella 3. viðgerð, verður mælt tingmonnum til at seta seg í samband við nevndarskrivaran í rímiligari tíð, áðrenn tingviðgerðin byrjar, so broytingaruppskot eru klár at leggja fram, áðrenn orðaskiftið byrjar.
Uppskot til ríkislógartilmæli
Uppskot til ríkislógartilmæli verða viðgjørd á sama hátt sum uppskot til løgtingslógir. Einasti munur er, at endaliga úrslitið verður ikki kunngjørt alment, men fráboðað ríkismyndugleikunum av løgmanni. Tað samtykta uppskotið er ikki bindandi fyri borgaran, men eitt óbindandi tilmæli til ríkismyndugleikarnar um at seta eina lóg í gildi í Føroyum.
Frágreiðingar og fyrispurningar
Frágreiðingar Løgmaður leggur fram ólavsøkufrágreiðing ólavsøkudag, og landsstýrismenn kunnu eisini leggja fyri tingið frágreiðing til umrøðu. Málið verður umrøtt, men eingin niðurstøða verður gjørd, og atkvøtt verður ikki í málinum.
Munnligir fyrispurningar
Tingmenn hava regluliga høvi at seta løgmanni ella landsstýrismonnum munnligar fyrispurningar, har setast kunnu stutt og nágreiniliga orðaðir fyrispurningar um almenn viðurskifti.
Tingmenn kunnu eisini seta nevndarformanni fyrispurning um, hvussu gongst at viðgera ávíst mál, sum er beint nevndini til viðgerðar,men sum einki álit er latið í enn.
Hóast heitið munnligir fyrispurningar, so skal spurningurin orðast skrivliga og sendast umsiting tingsins á [email protected] fyri innan kl. 09.30. (Sí skjal um leiðreglur fyri munnligar fyrispurningar).
Ófráboðaðir fyrispurningar
Tingmenn hava regluliga høvi at seta løgmanni ella landsstýrismonnum ófráboðaðar fyrispurningar. Setast kunnu tá spurningar, sum tann spurdi ikki kennir frammanundan, og sum skulusvarast beinanvegin. Tá ófráboðaðir fyrispurningar eru áskrá, spyr løgtingsformaðurin við fundarbyrjan, um nakar ynskir at seta ófráboðaðan fyrispurning.
Ófráboðaðir fyrispurningar vara í mesta lagi 1 tíma, og hvør spurningur má í mesta lagi vara 10 minuttir. Formaðurin ger av í hvørjari raðfylgju, spurningarnir verða settir.Í árskalendaranum fyri tingsetu, sum er at finna á heimasíðuni, sæst, nær munnligir fyrispurningar og ófráboðaðir fyrispurningareru á dagsskrá.
Skrivligir fyrispurningar (§ 52 a fyrispurningar)
Tingmenn kunnu frá ólavsøku til jóansøku seta løgmanni og landsstýrismonnum stuttar skrivligar spurningar, ið ikki eru settir á annan hátt. Spurningurin verður latin formanninum umvegis umsiting tingsins, sum síðan sendir hann til avvarðandi landsstýrsimann. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er innlatin. Spurningur og svar verða løgd á heimasíðuna og verða ikki umrødd í tingsalinum.Spurningar kunnu ikki setast, eftir at val er skrivað út, ella landsstýrið hevur lagt frá sær. (Sí skjal um vegleiðing til § 52 a fyrispurningar).
Skrivligir fyrispurningar Ynskir tingmaður drúgvari umrøðu av einum almennum máli, ella heldur tingmaður seg ikki kunna halda seg innan karmarnar fyri munnligar fyrispurningar, kann hann seta løgmanni, landsstýrismanni og ríkisumboðsmanninum ein skrivliga orðaðan fyrispurning.
Fyrispurningurin skal sendast umsiting tingsins á [email protected]. Formaðurin sigur tinginum frá fyrispurninginum á sama ella næsta fundi. Vanliga samtykkir tingið uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast. Svarast skal í seinasta lagi 14 yrkadagar eftir, at fyrispurningurin er góðkendur.